Um Dramaverkstaðið

IMG 8931

Dramaverkstaðið er elsti drama- og teaturskúli í Føroyum í nýggjari tíð, stovnað í 1997. Á Dramaverkstaðnum fáa næmingar møguleika at arbeiða í friði í egnum høli, har nógv onnur gjøgnum árini hava gingið, summi eru vorðin professionellir leikarar, onnur eru sera virkin sum amatørar.

Hvat gera vit?

Á Dramaverkstaðnum eru tað næmingarnir, sum vísa vegin. Vit royna at peila okkum eftir, hvønn veg tey vilja fara. Okkara íkast er at geva teimum førleika at ogna sær amboð innan leiklistina, so tey eru før fyri at fara nýggjar leiðir og hava møguleika fyri at gera royndir innan einstaku lærugreinirnar.

Dramaverkstaðið leggur stóran dent á, at menna næmingarnar við at viðurkenna teirra spontanitet. Á tann hátt er tað møguligt at bøta um sjálvsvirðing, sjálvsálit og samstarv við onnur.

Næmingar læra at arbeiða saman, menna sínar samskiftisførleikar, styrkja sjálvsálitið, og fáa eina betri fatan av, hvussu menniskju uppliva og fata heimin kring seg. Undirvísingin kann eisini stuðla tí skapandi hugflognum og hjálpa næmingunum at menna eina kenslu fyri list og mentan.

Nevndin

Nevndin
Hjørdis Johansen, forkvinna
Christian Kruse, nevndarlimur 
Henning Nielsen, eykalimur

Dagligur leiðari 
Hjørdis Verlandsdóttir Johansen

Søgan

Á heysti 1997 fekk Hjørdis Johansen hugskotið at byrja Dramaverkstaðið á gamla snikkara- og orgulverkstaðnum hjá pápanum Verland Johansen. Húsini standa uppi á Hálsi í Havn, Hallarheygur 2. Tað er í brekkuni niðan á Nabb, har stórhøllin er.

Saman við manninum, Christian Kruse, keyptu tey verkstaðið í 1986, og fram til 1996 virkaði verkstaðið sum orgulverkstaður burturav.

Aftaná at kreppan hevði gjørt um seg í 90'unum, var einki orgul at byggja, og lykilin var snaraður um. Verkstaðið stóð tómt eina tíð, líka til hetta hugskotið um Dramaverkstað fór at spíra. Farið var undir at rudda, vaska og mála, og í januar 1998 var klárt at byrja.

Dagligur leiðari

Dagligur leiðari á Dramaverkstaðnum er Hjørdis Verlandsdóttir Johansen. Hjørdis er fødd í Havn í 1949 og tók barnagarðslæraraútbúgving í Keypmannahavn í 1971. Í 1976 kom hon aftur til Føroyar. Var á sjónleikarskeið hjá Eyðun Johannesen og seinri hjá Grímu í 70-unum, og tókst eftir hetta við alt møguligt innan undirhald, sang, myndlist og sjónleik, samstundis sum hon arbeiddi í barnagarði, í Sjónvarpi Føroya og nøkur ár á Orgulverkstaðnum.

Útbúgving og royndir

Í 2009 byrjaði Hjørdis á DPU (Dansk Pædagogisk Universitet) uppá Masterútbúgving, og í 2011 var hon liðug sum Master í Drama og Teaterpædagogik. Áðrenn hesa útbúgving hevur Hjørdis lokið útbúgving sum Barnasjónleikaleiðari á sumri 2000, og hevur sumrini 1997, 98 og 99 fingið sær útbúgving innan leikstjórn í Íslandi. Harumframt hevur hon verið á skeiðum í teatersport, “At skriva til pall” og skeiðum innan scenografi og gerð av búnum bæði her heima og í Danmark.

Hjørdis hevur drúgvar royndir á palli bæði hjá Havnar Sjónleikarfelag og hjá Grímu. Hon hevur ígjøgnum ár og dag leikt við í nógvum sjónleikum, kvøldsetum og øðrum tiltøkum, síðan hon, 10 ára gomul, fyrstu ferð stóð á palli í Sjónleikarhúsinum í sjónleikinum “Robin Hood”. Nevnast kunnu leikir sum Skeyk (1997), Dansur í fyllandi sól (1995), Havið (1993), Sanna og Gandafuglurin (1989), Stjørnubarnið (1988), Haturfuglar (1981) og útisjónleikurin Trælalív (1977).

Eisini hevur Hjørdis verið sera virkin innan tónleik, sang og myndlist. Hon hevur undirhildið børnum á bókasavninum við sangi, søgum og dukkuleiki. Í útvarpinum hevur hon sungið og lisið søgur upp. Hesar royndir førdu við sær, at hon í 1979 gav út vældámdu plátuna “Barnasangir”, ið er endurprentað sum fløga.

Myndlist

Í mong ár, síðan miðskeiðis í 70-unum, hevur hon verið virkin myndlistakvinna. Hon hevur sýnt fram klippmyndir og tekningar á sjálvstøðugum framsýningum og umframt tað, hevur hon verið við á fleiri Ólavsøkuframsýningum, kvinnuframsýningum og øðrum. 

Dukkuleikur, søgur og leikhúsjól

Í 80’unum gjørdi og leikti hon “Gia og Grana” og arbeiddi við barnasendingum í Sjónvarp Føroya. Hon ferðaðist um sama mundi við Bókabilinum kring alt landið við søgum og dukkuleiki. Fýra ferðir – í 1987 og 1988 og aftur í 1997 og 1998 – stjórnaði Hjørdis tað vælumtókta Leikhúsjól í Sjónleikarhúsinum. Hjørdis hevur skipað fyri skeiðum í drama og sjónleiki bæði her heima og niðri í Danmark.

Viðurkenningar og heiðurslønir

Barnamentanarheiðurslønin 2012, Tórshavnar Kommuna
Í 2012 var Barnamentanarheiðurslønin latin Hjørdis Verlandsdóttir Johansen. Sum grundgeving segði nevndin m.a.: "Fjølbroytta og virkna leiklistakvinnan er íbirtari og stigtakari til Dramaverkstaðið, ið hevur mong ár á baki."

“Herðaklappið” 2003 – Leikpallur Føroya 
Í 2003 fekk Hjørdis Verlandsdóttir Johansen “Herðaklappið”. Herðaklappið er sjónleikaraviðurkenning, sum Leikpallur Føroya letur einaferð um árið. Viðurkenningin varð latin Hjørdis Johansen “…fyri hennara pedagogiska og leiklistarliga avrik sum kveikjandi íbirtari fyri børn og ung – leiklistini í Føroyum at frama.” (Sosialurin, mars 2003).

Samband

Dramaverkstaðið
Hallarheygur 2
FO-100 Tórshavn

Tlf:. +298 216028
T-postur: drama@drama.fo