Børn 4 ár til 100 ár: 80 kr 

Børn til og við 3 ár: 40 kr

Børn 0 til 5 ár bert saman við vaksnum

Tríggjir barnasjónleikarbólkar framføra á Meiarínum hetta vikuskiftið.

Fyrsti bólkurin hevur 7 leikarar, og tey spæla leikin “Sólbrillurnar”. Annar bólkurin hevur 12 leikarar, og tey spæla leikin ”Pinkulisa”. Triði bólkurin við 14 leikarum spælur leikin ”Gullringurin”. 

Bólkurin Fræið, leikarnir eru í aldrinum 9-10 ár, spæla leikin: Sólbrillurnar. Hetta er yngsti barnabólkurin á Dramaverkstaðnum, og fyrsti sjálvstøðugur leikur tey spæla. Tey byrjaðu teirra venjingar av leikinum í februar. Leikurin varar uml. 10 min.

Bólkurin “Spírin”, framførir Pinkulisa, ið er leikur eftir Ragnu Maju Kruse. Hettar eru børn 10 til 11 ár, frá Dramaverkstaðnum. Leikurin er skrivaður við íblástri úr ævintýrinum um “Tommelise” sum Hans Christian Andersenskrivaði. Søgan er lisin uppfyri børnunum, og síðan hava tey improvisera og hugleitt um at fáa gjørt søguna til leik. Leikurin er uml. 20 min langur. 

Í bólkinum “Aksið” eru børn íaldrinum 11-14 ára gomul. Tey framføra leikin Gullringurin, leikur eftir Ebbu Sofíu Kruse sum er skrivaður við íblástri úr føroysku sagnunum “Gullheyggurin” og “Nykurin við Leitisvatn”. Bólkurin hevur arbeitt við leikinum síðan januar. Bólkurin er útvaldur at umboða Føroyar á Norðurlendsku barnasjónleikarastevnuni í Tana í summar. Leikurin varar uml. 40 minuttir. 

Leiklongdin er uml. 1 ½ tíma við steggið.

Atgongumerkir á 80 kr fáast á Kunningarstovuni og við dyrnar 1 tíma áðrenn sýningarnar. 

Børn til og við 3 ár 40 kr.

Dramaverkstaðið hevur sýningar á Leikpalli Føroya
%d