
“Ljós í myrkri” eitur nýggja sýningin hjá Dramaverkstaðnum, sum verður sýnd 30. apríl og 1. mai á Tjóðpallinum, kl. 14 og 16 báðar dagarnar.
Gjøgnum monologar, dialogar, ljósshow við LED-stavum, LED- poi, lýsandi veingjum og nógvum øðrum spennandi, vera áskoðararnir førdir inn í annan heim, har næmingar í aldrinum 9-16 ár, saman við lærarum á Dramaverkstaðnum, hava gjørt eina sera spennandi og øðrvísi sýning, har næmingarnir vísa sínar dygdir innan koordinatión, rørslur og orðaframførslu. Næmingarnir hava í vetur, útyvir vanliga dramaundirvísing, fingið frálæru í m.a. stavum, poi, gykl og butoh dansi, sum hevur lagt lunnar undir hesa nýggju og øðrvísi sýning.
Allur tekstur er skrivaður av næmingunum sjálvum, og øll koreografiin byggir á hugskot frá næmingunum. Á tann hátt hava næmingarnir haft stóra ávirkan á endaliga úrslitið av hesari spennandi og øðrvísi sýning, sum er deild upp í fleiri smá brot, sum øll spæla sær við orðini ljós og myrkur.
Allur tónleikur, sum verður brúktur er føroyskur.
Sýningarnar eru egnaðar til allar aldrar. Sýnt verður í Tjóðpalli Føroya, og hvør sýning tekur á leið 45 min.
Stuðla hava: Meginfelag Áhugaleikara Føroya, Føroya Ungdómsráð, og Tjóðpallur Føroyar.
Atgongumerki kunnu keypast á leinkjunum niðanfyri
Leygardag 30. apríl 2022 14:00:
https://www.atgongumerki.fo/1490775/ljos-i-myrkri
Leygardag 30. apríl 2022 16:00:
https://www.atgongumerki.fo/1490777/ljos-i-myrkri
Sunnudag 1. mai 2022 14:00:
https://www.atgongumerki.fo/1490779/ljos-i-myrkri
Sunnudag 1. mai 2022 16:00:
https://www.atgongumerki.fo/1490781/ljos-i-myrkri