Vikuskiftið 1. og 2. mai 2010 vóru nógvar sýningar á Dramaverkstaðnum Smile. Børnini í barnabólkunum og ungdómsbólkarnir spældu sjónleik so tað stóð eftir Laughing

Leikirnir vóru:

Fræið: “Fremmanda gentan” við teimum 9 og 10 ára gomlu. Fyri nógv fyrstu ferð á palli – sera flott klára! Smile

Spírin: Tey 10 til 12 ára gomlu høvdu, saman við lærarum, improviserað ein leik úr “Lisa í leikalandi”. Smile

Aksið: Tey elstu av børnunum 11 til 13 ár, høvdu somuleiðis, saman við lærarum, improvisera og gjørt leikin “Gullringurin” úr fleiri føroyskum sagnum. Smile

Ungdómsbólkurin spældi leikin “Hans og Greta” (arbeiðsheiti), sum tey saman við lærara hava improvisera og arbeitt við og gjørt til leik, fleiri ævintýr vóru sett saman. Smile

So eru vit liðug við hetta undirvísingaraskeiðið, og vilja vit takka fyri eitt sera gott samstarv. Nú er so summarfrí. Vit vóna at hitta nógv fitt og dugnarlig børn aftur komandi heyst Wink

Tey sum vilja halda fram, skulu meldað til her á síðuni undir “Tilmelding“. Undir “Kunning” eru upplýsingar um skeiðini og skúlan.Kiss

Heilsan Hjørdis Johansen, dramapædagogur og dagligur leiðari á Dramaverkstaðnum.

Nógvar sýningar á Dramaverkstaðnum
%d